Sune Jacobsen vann greitt, tá atkvøðurnar í Sørvági vórðu taldar upp.
Undan valinum var semja millum Suna Jacobsen og Jákup Suna Lauritsen um, at tann teirra, sum fekk flestar atkvøður, skuldi verða borgarstjóraevnið hjá listanum.
Nú er talt upp, og við 133 atkvøðum var Sune Jacobsen tryggur vinnari í innanhýsis kappingini. Jakup Suni Lauritsen fekk 46 atkvøður. Listi A, har teir báðir stillaðu upp, fekk fýra av teimum sjey umboðunum í bygdaráðnum, og sostatt tykist eingini ivi vera um, at Sune Jacobsen eisini verður borgarstjóri í Sørvági komandi setuna.










