Kanónkúla bjargaði B36

Dysturin var fyri tað nógva sera taktiskur, men eftir steðgin tók B36 alt meira yvir.

Vandamiklast vóru teir, tá tað eydnaðist at spæla aftur um EB/Streyma verjuna til kvika Sylla, men ivorianin hevði ikki hepnið við sínum royndum.

Tað hevði Santos hinvegin, tá hann royndi seg eitt korter fyri leiklok. Við eini sannari kanón-kúlu bankaði hann bóltin upp undir nettakið, og so er B36 enn við í oddastríðnum í Formula-deildini.

Hóast EB/Streymur royndi at flyta fólkið fram seinastu løtuna, so eydnaðist teimum ongan tíð at skapa nakran veruligan møguleika, og tí mugu teir ásanna, at fyribils er NSÍ sloppið avstað í oddinum.