Fríggjamorgunin kemur slovenska landsliðsferðalagið í Vágar við leiguflogfarið. Seinnapartin ætla teir at venja á Tórsvølli, og leygardagin klokkan 17 fara teir á Svangaskarð.
Slovenski venjarin eitur Srecko Katanec. Hann hevur nógvar spælarar, sum vinna til dagsins uppihald og reiðiliga tað í útlandinum, og júst sum føroyski venjarin og flestu landsliðsvenjarar í Europa setir hann sítt álit á, at útisetarnir skulu syrgja fyri, at teir fáa øll stigini heim aftur við úr Føroyum.
Feløgini, sum útisetarnir umboða, siga okkum, at talan á ongan hátt verður um lætta uppgávu hjá føroyska liðnum.
Málverjarnir hjá Slovenia eru Mladen Dabanovic, Lokeren og Marko Simeunovic, Maribor Pivovarna Lasko.
Útispælararnir eru Spasojé Bulaic, FC Köln, Marinko Galic, Maribor Pivovarna Lasko, Zeljko Milinovic, GAK Graz, Muamer Vugdalic, Maribor Pivovarna Lasko, Ales Ceh, GAK Graz, Sasa Gajser, Gent, Amir Karic, Maribor Pivovarna Lasko, Miran Pavlin, Porto, Zoran Pavlovic, Dinamo Zagreb, Ðoni Lovak, Sedan Ardennis, Rajko Tavcar, 1. FC Nürnberg, Zlatko Zahovic, Valencia, Milan Osterc, Hapoel Telaviv, Mladen Rudonja, Portsmouth, Ermin Siljak, Servette og Saso Udovic, Lask Linz.