B71-B68 2-3 (2-2)
Toftamenn eru framvegis við í stríðnum um FM, Europa Cup og heiðursmerkir. Aftur hesa ferð komu teir av útivølli við øllum stigunum, og aftur hesa ferð stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at stigaposin var bæði fullur og tættur.
Sandoyingar løgdu sannførandi fyri. Teir eltu gestirnar alla staðni og góvu teimum ikki frið. B68 var um ein háls. B71 hevði fleiri møguleikar, og áðrenn gestirnir á Sandi høvdu fótað sær, var heimaliðið frammanfyri við tveimum málum. Um teir í B71 høvdu verið eitt sindur hepnari, og um teir høvdu havt marginalirnar við sær, so høvdu teir fyrstu løtuna kanska havt fingið eitt mál afturat, og harvið hevði dysturin ivaleyst verið avgjørdur.
Men toftamenn vóru treiskir. Tað var undirhaldandi at hyggja at. Fimm mál vórðu skorað á Sandi, har vóru nógvir málmøguleikar, góðar málverjubjargingar og viðhvørt var spælið á einari góðari leið.
B71 løtan
B68 var tøvandi í 1. hálvleiki. Tað er altíð torført at siga, um tað vóru mótstøðumenninir, sum vóru orsøk til tað, ella um tað bara var tí, at teir i B68 fótaðu sær illa. Men tað er ein veruleiki, at eftiransingarnar hjá B68 vóru leysar, teir vóru lítið sannførandi í nærdystunum, og teir funnu ikki hvønn annan nóg væl, tá teir royndu at byggja álop.
B71 menninir vóru ágangandi og ágrýtnir. Høgni Hansen, sum var í alopinum saman við Michael Jørgensen, arbeiddi nogv, og Kristian Nielsen var sera raskur ytst í vinstru. At hann noyddist at fara av vøllinum, tá tað restaði ein lítil hálvur tími, kom illa við hjá teimum á heimaliðnum.
B71 kom á odda beinanvegin. Langt innkast varð longt innfyri málið, og Høgni Hansen stútaði í málið aftanfyri Magnus Poulsen.
Tá vóru tríggir minuttir farnir, og eitt korter seinni lá bólturin aftur í B68 málinum. Hesa ferð var tað Michael Jørgensen, sum varð skrásettur sum málskjútti. Hann royndi seg við skoti um brotsteigarmarkið. B68 málverjin royndi at sláa bóltin burtur, men hann rakti ikki á, og góða skotroyndin endaði við máli.
B71 hevði onkran annan møguleika at skora, tá teir høvdu dystin í sínum valdi, men Magnus Poulsen vardi væl fyri.
B68 løtan
Fyri B68, sum hevði Jan C. Dam á aftasta manni og spældi við tveimum forstopparum, var tað sera heppið, at teir komu heilt skjótt afturíaftur, eftir at B71 tvær ferðir hevði skorað. Fyrra B68 málið í 1. hálvleiki var Marcello meistari fyri. Øssur Hansen var meistari fyri uppspælinum, og Marcello sneiddi tveir av sær og sendi í netið úr umleið ellivu metra fjarstøðu.
Súni Fríði Johannesen, sum saman við Marcello er toppskjútti í bestu deildini ? báðir hava teir skorað ellivu mál ? javnaði til 2?2. Hann var fyrstur á innleggi frá Marlon Jorge úr høgru. Súni Fríði stútaði, bólturin tók í ein mótstøðumann á málstrikuni, men hann kundi ikki verja fyri bóltinum, sum fór í nettakið.
Í 2. hálvleiki hevði B68 broytt upp á liðið. Eyðstein Skipanes og Bogi Petersen komu inn á ávikavíst miðvøllin og vongverjan (Jan Petersen fór í miðverjuna), og royndin við teimum eydnaðist væl. B68 verjan gjørdist væl tættari.
Tá støðan var 2?2, vóru sandoyingar illa nøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki til teirra, ella at hann ikki vísti reyða kortið, men dómarin helt ikki við teimum, og so varð vanigt fríspark dømt.
Marcello var meistari fyri týdningarmikla sigursmálinum, tá tað restaðu níggju minuttir. Bólturin varð stungin fram til Súna Friða Johannesen, sum inni í brotsteiginum valdi at senda upp á tvørs til púra leysan Marcello.
jh
B71-B68 2-3 (2-2)
1-0: Kristian Nielsen 3
2-0: Michael Jørgensen 19
2-1: Marcello 22
2-2: Súni Fríði Johannesen 34
2-3: Marcello 81
Dómari: Tummas Pauli Olsen (GÍ)
B71:
Valdemar Nowisci ? Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Bernhard Petersen ? Jógvan Jón Petersen, Kári Nielsen, Bjørn Thorsteinsson, Eli Hentze, Kristian Nielsen ? Høgni Hansen, Michael Jørgensen
B68:
Magnus Poulsen ? Marlon Jorge, Jákup Djurhuus, Jan C. Dam, Oleif Joensen, Øssur Jacobsen ? Jan Petersen, Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellinoog einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.
Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!
jh









