Kanón úrslit ímóti Hollandi

Føroyska talvlandsliðið hevur í dag rættuliga gjørt ein vørr í OL í Týsklandi.

Á fyrsta borði hevur Helgi Dam Ziska vunnið, og á fjórða borði hevur Jóan Hendrik Andreasen megnað remis!

Alt uttan 4-0 tap ímóti Hollandi var at rokna sum sigur fyri Føroyar, sum á talv OL í Dresden í Týsklandi í dag sótu yvir av stórfavorittunum.

Felags fyri allar fýra føroyingarnar var, at teir stríddust væl og leingi. Hollendsku favorittarnir fingu bilbukt við veteranarnar Heina Olsen og John Rødgaard á ávikavíst øðrum og triðja borði.

Men á fremsta og fjórða borði megnaðu ungu menninir meiri, enn føroyingar høvdu vónað, og meiri enn altjóða talvheimurin út frá styrkistølunum kundi ímyndað sær, tá ið havt verður í huga, at mótstøðumenninir í miðal høvdu meiri enn 2600 í styrkistali, meðan føroyingarnir hava 2300 í styrkistali.

Helgi Dam Ziska hevði hvítt ímóti stórmeistaranum Van Wely Loek, sum hevur styrkistalið 2618. Hóast talið hjá Helga Dam Ziska í hesum høpi bara er 2416, so vann Helgi og undirstrikaði harvið, at hann er framúr, hóast hann seinastu tíðina ikki hevur havt møguleika at gera so nógv við telvingina, sum hann gjørdi undan summarfrítíðini. Eftir 46 leikir legði hollendski stórmeistarin kongin.

Jóan Hendrik megnaði á fjórða borði remis ímóti Jan Werle, sum hevur 2582 í styrkistali. Styrkistalið hjá Jóan Hendriki er 2179!

Føroyingarnir fegnast um 1,5 stig í dag, og altjóða talvheimurin undrast!