Kanónúrslit frá SEV

Yvirskotið er tvífalt so stórt sum í 2016.

2015 hilnaðist avbera væl hjá føroyska orkufelagnum SEV. Felagið kann nevniliga vísa á ein roknskap, ið gevur eitt yvirskot, ið er tvífalt so stórt sum árið frammanundan.


Á aðalfundinum í dag kundi felagið leggja fram ein roknskap við einum yvirskoti á umleið 103 milliónir krónur.


Sostatt heldur góða gongdin hjá felagnum fram, og talan er um eina sanna sólskinsøgu, tá hugt verður eftir ársúrslitinum seinastu árini.


Í 2010 var ársúrslitið var eitt hall á 46 milliónir krónur, og hóast úrslitini batnaði næstu árini, so var tað fyrst í 2013, at felagið kundi vísa á eitt yvirskot, tá ársúrslitið var umleið 12 milliónir krónur.


Merkisvert er tó, at ársúrslitið í ár, 103 milliónir krónur, er umleið tvífalt so gott sum í fjør, tá úrslitið var 57,7 milliónir krónur.


Ein av høvuðsorsøkunum til góða gongdina er lági oljuprísurin og størri nýtslan av grønari orku.
Meira um ársaðalfundin hjá SEV seinni.