Kanón kapping á Skála­fjørð­inum

Fyrireikararnir stóðu seg til UG, og nú róðrarárið er um at vera hálvrunnið, er tað framvegis stórur spenningur í fleiri av kappingunum

Tað gekk sum eftir ánni, tá ið triði FM kappróðurin leyg­ar­dagin var á Eystanstevnu á Skálafjørðinum. Høg­ættar­lot­ið var orsøk til, at tað ikki var púra deyðaslætt, og harvið kendist tað sum avbjóðing hjá óroyndu manningunum, men tað var týðuligt, at longu nú eru mann­ingarnar meiri royndar í at leggja til startin og at rógva, enn tær hava verið fyrr í ár.

Fyrireikingarnar vóru fyri­myndarligar. Tað gekk skjótt og væl at leggja bátarnar, tað var ongantíð neyðugt við umstarti, og samlaða róðrartíðin var so stutt, sum tað bara ber til at vóna, at hon kann vera.
At lotið var undan bar møgu­leika við sær fyri, at met kundu verða sett. Í einum føri var talan um mettíð. Tað var í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Páll Fangi róði skjótari, enn nakað 6-mannafar við monnum nakrantíð hevur róð á Eystanstevnu.

Tá ið talan er um tíðir og met í kappróðri, so skal alt tak­ast við stórum fyrivarni, men í fleiri kappingum vóru tíð­ir­nar betri, enn tær hava verið sein­astu árini.
Nú bíðar Jóansøkan. Í Vági verð­ur bara kappast á 1000 metra málinum. Tá kann tað vera, at okkurt fer at síggja øðr­vísi út, enn tað higartil hevur gjørt. Í barnaróðrinum hava vinnararnir verið teir somu allar tríggjar ferðirnar. Í hin­um kappingunum hevur tað í trim­um kappingum verið so­leiðis, at sami bátur hevur vunn­ið allar tríggjar ferðirnar. 6-mannaførini Sølmundur við kvinn­um og Páll Fangi við monnum og 8-mannafarið Kví­víkingur hava vunnið allar tríggjar ferðirnar.

Á Eystanstevnu var ein nýggjur vinnari. Tað var í kapp­ingini millum 5-manna­før­ini við gentum, har Beinta úr Miðvági var fyrst á mál. Hetta er einasta kappingin, har tað hava verið tríggir ymiskir vinn­arar í teimum trimum kapp­ing­unum, sum higartil eru av­greiddar.