Svimjing
Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag er fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur svomið 100 metra frí undir minuttin.
Tað er ein veruleiki, sum uttan iva var størsta einstaka hendingin, tá Havnar Svimjifelag um vikuskiftið var vertur fyri svimjikapping.
At fara undir minuttin hevur aloftast staðið sum eitt slag av gandakendum máli hjá svimjarum, og við at vera fyrsta kvinnan undir hesum máli, hevur Elspa enn einaferð undirstrikað, at hon er eitt talent væl omanfyri tað vanliga. Verður so lagt afturat, at hetta var bara eitt av fýra metum leygardagin. At hon í eitt ár hevur drigist við argandi skaða. Og at metið varð sett dagin eftir 14 ára føðingardagin. So stendur tað helst enn meira fast, hvussu óvanlig avrik hennara eru.
Í alt vórðu føroysk met sett seks ferðirnar. Jutta Thomsen legði fyri, tá hon fríggjadagin setti nýtt met á 200 metra frí, men longu leygardagin skar Elspa nærum tvey sekund av hesum.
Jutta varð tó ikki heilt við sviðið soð, tí saman við felagnum var hon við til at seta nýtt met á 4X200 metrum hjá kvinnum.
Hjá yngru svimjarunum vórðu eisini fleiri met sett. Serliga gjørdi Kári J. á Høvdanum um seg. Einsamallur setti hann trý nýggj met, og við stafettini hjá FS var hann við til at seta met á 4X200 metra frí. Hartil fekk Jutta eisini eitt met her, tá hon svam seg til nýtt bólkamet á 800 metra frí.
Silvurnál og NM
Umframt at vera svimjikapping, so var kappingin í Havn eisini úttøkukapping til Norðurlendsku juniormeistarakappingina, sum verður í Danmark í desember mánaði.
Hesa ferð svumu Jutta Thomsen og Elspa Mørkøre seg til pláss í kappingini, og á komandi Ægir stevnuni fáa enn fleiri svimjarar møguleika at svimja seg til kravtíðirnar.
Hartil varð svimjilandsliðið eisini víðkað við einum svimjara. Rakul Hauritz úr Vágs Svimjifelag svam seg til silvurnálina á 50 metrum frí, og hendan er samstundis atgongumerki til landsliðið.
Samlaða heiðursmerkjabýtið í kappingini varð hetta:
Gull
Silvur
Bronsu
Havnar svimjifelag
50
40
29
Fuglafjarðar svimjifelag
34
22
8
Tvøroyrar svimjifelag
23
18
4
Vágs svimjifelag
14
15
14
Ægir
12
8
5
Reki
6
4
10
Flot
3
4
5
-----
Metini í Havn
Jutta Thomsen, Tvøroyrar Svimjifelag
Bólkur 5800 m frí9.34,13
FM200 m frí2.13,50
Elspa Mørkøre, Fuglafjarðar Svimjifelag
FM200 m frí2.11,53
FM50 m rygg0.31,24
FM50 m frí0.27,94
FM100 m frí0.59,96
Tvøroyrar Svimjifelag
FM4X200 m frí9.13,10
Á liðnum vóru Jutta Thomsen, Anna K. Eysturberg, Sára Ejdesgaard og Mona Simonsen
Fuglafjarðar Svimjifelag
Bólkur 54X200 m frí
Á liðnum vóru Kári J. á Høvdanum, Jákup Øssurson, Pauli Ø. Mohr og David Simonsen
Kári J. á Høvdanum, Fuglafjarðar Svimjifelag
Bólkur 5100 m rygg1.02,38
Bólkur 550 m rygg0.29,17
Bólkur 5200 m rygg2.13,26