Í húsumborna dagblaðnum 24 Tímar verður í gjár skrivað, at fleiri av luttakarunum í finaluni í Kan Du Danse? eru valdir út frammanundan. Men hetta er sambært Kanal 5 ikki so. Blaðið skrivar, at útvaldir dansarar vórðu uppringdir og bidnir um at luttaka. Hesir fingu harafturat frammanundan avtalaða tíð at møta upp og sluppu frá at standa í bíðirøð eins og hini. Eisini verður sagt, at fleiri av hesum dansarum hava fingið at vita, at dómsnevndin visti at tey vóru betur enn tað, sum tey høvdu víst, so tey sluppu víðari.
24 tímar byggir sína søgu á útsagnir frá ónevndum dansarum, ið ikki eru komnir víðari í sendingini, og vísir á, at dómarnir kenna fleiri av dansarunum frammanundan. Blaðið nevnir tvey dømir har dansarar hava arbeitt saman við Toniuh Pedersen og Niclasi Bendixen.
Kanal 5 noktar, at talan er um snýt og vísir á, at talan er um eina seriøsa dansikapping við fýra av teimum best egnaðu dómarunum í Danmark.
At nakrir av dómarunum hava arbeitt saman við onkrum dansara slepst neyvan undan, men í teimum førunum har dómarar hava kent onkran dansara serliga væl, hevur dómsnevndin roynt at latið hinar dómararnar tikið støðu, greiðir ein av dómarunum Kenneth Kreutzmann frá.
Niclas Bendixen viðgongur, at hann kennir nakrar av dansarunum, ið eru komnir víðari, men sigur, at hann eisini kennir nógvar dansarar, sum ikki komu víðari.
- Tey flestu kenna hvør annan í danska dansiídnaðinum, so tað er einki serligt í hesi støðuni, men um onkur kennir seg viðfarnan órættvíst, so er tey vælkomin at seta seg í samband við meg, so skal eg greiða teimum frá, hví tey ikki eru komin víðari, sigur Niclas Bendixen.