Kampval í Sjálvstýrisflokkinum

Bæði Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund ætla sær sessin sum formaður Sjálvstýrisfloksins. Leygardagin skal politiskur formaður veljast fyri fyrstu ferð eftir nýggja bygnaði floksins

Tað verður uttan iva ein harður dystur, tá limir Sjálvstýrisfloksins leygardagin á fyrsta sinni skulu velja formann eftir nýggja bygnaði floksins.

Báðir politisku oddafiskarnir, Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund, ætla sær sessin sum politiskur leiðari hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Sjálvstýrisflokkurin samtykti herfyri at broyta bygnað, soleiðis at hann fekk ein ovasta politiskan leiðara, eins og til dømis Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin. Orsøkin var, at tað hevur verið eitt sindur órgreitt, hvør myndar politisku linju floksins úteftir. Sámal Petur í Grund hevur verið formaður fyri tingbólkin, men samstundis hevur Helena Dam á Neystabø, sum er landsstýrismaður, eisini havt nógv at siga, tá politiska linjan skal leggjast. Harafturat hevur flokkurin havt ein landsfelagsformann, nevniliga Edvard Hermansen, sum ikki er politikkari.

Eftir nýggju skipanini skal flokkurin framvegis hava ein politiskan formann og ein formann fyri landsnevndina. Men eftir nýggju skipanini skal tað verða politiski formaðurin, ið er talsmaður floksins úteftir. Formaðurin fyri landsnevdina skal taka sær av ymsum umsitingarligum uppgávum og samskipan.

Politiski formaðurin, sum skal vera ting- ella landsstýrismaður, verður valdur beinleiðis á fundinum, sum verður í B36 húsinum í Havn leygardagin klokkan 15.