Kampur um plássini

Hesi bæði lið royna at elta oddaliðið SÍ, og liggja tey ájøvn við seks stigum. Oddaliðið SÍ hevur fýra fleiri, men tó spælt ein dyst meira eisini. So man kann siga at tað er ein sera spennandi dystur, ið spælast skal á Kambsdali um vikuskiftið. Vinnarin av hesum dystinum verður tá bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, meðan taparin drálar í FM-stríðnum.

 

Herfyri varð greitt at Fram tók lið sítt úr Meistaradeildini hjá monnum, og aftaná hetta hava nakrir av leikarunum á Framliðnum valt at fara at spæla við Fleyr. Fram tapti seks dystir og vann ein, áðrenn teir valdu at taka liðið úr kappingini, og tískil eru allir dystir, Fram hevur spælt, og átti at havt spælt framyvir, slettaðir og telja hesi úrslit tískil heldur ikki við á stigatalvuni.