Kampur um ketuna í Klaksvík

Samráðingarnar um býráðssamgongu í Klaksvík slitnaðu hóskvøldið, tí stríð er um borgarstjórasessin

Hóskvøldið slitnaðu samráðingarnar millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin um at skipa samgonu í býráðnum í Klaksvík.

Valkvøldið tóktist lítið vera at ivast í, at hesir tríggir flokkar fóru at skipa samgongu, men í gjár skuldu bæði Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin fundast við Fólkaflokkin, sum alt í einum er komin inn í hitan aftur.

- Veljarin gav boð um broytingar á valinum hesaferð, og vit fingu eina stóra framgongd. Tí er tað rætt og rímiligt, at vit nú taka við leiðsluni, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum var toppskorari á Tjóðveldislistanum.


Fundast við Fólkaflokkin

Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin draga somu línu í samráðingunum, og tí heldur Javnaðarflokkurin at hann hevur krav upp á borgarstjóran - í hvussu so er tvey ár av tíðarskeiðnum.

Men Tjóðveldisflokkurin heldur fast um, at hann sum størsti flokkur í samstarvinum og sum vinnarin av valinum í Klaksvík skal hava leiðsluna.

- Nú fara vit at seta okkum í samband við Fólkaflokkin fyri at vita, um tað er møguligt við samstarvið okkara millum, segði Steinbjørn Jacobsen fyrrapartin í gjár.

Eisini Javnaðarflokkurin skuldi fundast við Fólkaflokkin í gjár. Tann fundurin skuldi vera klokkan 11.00.

- Fólkaflokkurin hevur verið í samband við okkum um møguligt samstarv, og tí fara vit at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri hesum samstarvi, segði Torleif Sigurðsson, býráðsumboð fyri Javnaðarflokkin, undan fundinum í gjár.