Sløkkiliðið hjá Vága komunu var tilkallað um kl 17.30 í dag, tá ið ein kampingvognur, sum stóð við Lágagøtu, fór á flog í Miðvági. Tað skrivar Vágaportalurin.
Sunnan er ringasta hvirluætt í Miðvági, og vóru tær rættiliga harðar seinnapartin.
Kampingvognurin gjørdist vrak. Talan var um ein hampiliga nýggjan kampingvogn.
kelda: vagaportal.fo