Kampingvognar koppaðu av vindi

Seinnapartin og tíðliga á kvøldi í gjár vaks vindurin brádliga nógv, og er hetta helst komið óvart á mong. Løgreglan fekk í gjár onkra fráboðan um skaða av vindi

112

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Í gjár gjørdist talan um nakrar rættiliga harðar hvirlur seint á seinnapartinum og tíðliga á kvøldinum. Hetta kom helst eisini óvart á fólk, og onkur smávegis skaði stóðst av hesum.

Ein bátur sleit í Hvalvík, men menn fingu tó skjótt surrað hann væl aftur. Ein fráboðan kom eisini um leysar takplátur, ið lógu og fuku við rundkoyringina í Søldarfirði. Hetta var helst í samband við at eini hús í Søldarfirði eru undir umvæling.

Um klokkan 18 fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at tveir kampingvognar vóru koppaðir við Leynavatn. Eigararnir komu tó skjótt á staðið, og fingu surrað kampingvognarnar fastar, so eingin størri skaði stóðst av hesum.