Meðan kampingtreffið er, verður B68-dagur eisini hildin á Svangaskarði leygardagin 26. juni.
Fríggjakvøldið tann 25. juni verður felagsborðhald, har kampistarnir koma við sínum mati til felagsborðhaldið. Fríggjakvøldið verður eisini ungdómsdiskotek, og dansur við Robin Walthers verður leygarkvøldið í teltinum á rennibreytini.
Á Svangaskarði eru allir hentleikar. Á økinum fæst el og vatn, og umstøður eru til at tøma rottangan, eins og atgongd er til bæði wc og brúsu, sigur Haldur Gaardbo á Toftum, sum er samskipari av kampingtreffinum og B68-degnum. Tað er felagið »camping.fo«, sum skipar fyri treffinum.
Meira upplýsingar eru á heimasíðuni www.camping.fo