Á páskum verður kampingtreff við fótbóltsvøllin uppi á Brekkum
í Leirvík. Arnhold Fjallstein, formaðurin í felagnum Camping.fo, sigur, at tað er fultteknað til treffið.
Kampingfelagið Camping.fo skipar á páskum fyri einum sonevndum kampingtreffi við fótbóltsvøllin uppi á Brekkum í Leirvík, har limirnir hava atgongd til fasilitetirnar í LIF-húsinum.
Treffið byrjar mikudagin 8. apríl og verður til og við annan páskadag. 30 kampingvognar eru teknaðir til treffið, og tað er ikki pláss fyri meira á parkeringsøkinum við fótbóltsvøllin, sigur Arnhold Fjallstein.
Felagið hevur umleið 80 virknir limir.









