"Tey ferðandi seta stór krøv til góðsku, veitingar og ikki minst upplivingar. Tí er neyðugt at vit veita teimum ta bestu tænastuna - eisini hjá teimum sum velja at búgva á kampingsplássunum kring landið".
Soleiðis varð tikið til í eini leiðbeining, sum SamVit gav út fyri trimum árum síðani. Henda varð gjørd við tí í hyggju at hjálpa teimum sum umghusaðu at fara undir eina slíka ætlan.
Alt skuldi nevniliga gerast fyri, at hesi tjaldingarplássini og kampingsplássini skulu standa mát, og eisini fyri at tey ferðandi skulu koma aftur higar aftur og aftur.
Henda frágreiðingin varð gjørd í 2008, men síðani tá hava fleiri slík pláss sæð dagsins ljós. Fleiri nýggj eru enntá komin aftrat í ár og helst koma eisini fleiri í árunum framyvir.
Sambært teim nýggjastu tíðindunum verður nú møguligt at fara á eitt kampingspláss á so vøkrum støðum sum Haldórsvík, Elduvík, Æðuvík og í Hvalba.
Eitt annað slíkt í meiri stórbærum umstøðum er tað, sum verður klárt í Skálavík í næsta mánaði. Hetta verður knýtt at Frítíðar- og Skeiðsdeplinum í bygdini, við góðum møguleikum bæði til tjalding og kampingvognar.
Fyri at tryggja at øll hesi lúka bæði krøv og ynski frá ferðafólki, ynskti ein frá SamVit, sum tað tá kallaðist, at gera hesa leiðbeiningina soleiðis at tey verða so eins sum tilber.
Í blaðnum fríggjadagin umrøddu vit eitt av kampingsplássunum, sum hevur nógv ár á baki, men sum í mangar mátar treingir til eina dagføring.
Góð umrøða
Fyri SamVit var endamálið við eini slíkari lýsing eittans: At kunna lyfta kamping- og tjaldingarplássini upp á eitt hægri støði, soleiðis at hesi svara til tey í londunum rundan um okkum.
Fyri at røkka hesum máli, varð tí skotið upp at henda leiðbeiningin verður nýtt, tá stig verða tikin til at gera tjaldingarpláss í framtíðini.
Fyri tey er púra greitt, at tjalding ikki beinleiðis er ein lønandi vinna, og er tískil meira at rokna sum ein tænasta, ið summar kommunur veita ferðafólki.
- Henda tænasta er tó av stórum týdningi, tá hugsað verður um, hvussu ein vánalig umrøða av tjaldingarplássum í Føroyum kann skaða ferðavinnuna sum heild, verður sligið fast.
Ein avgerandi fortreyt fyri at henda vinna kann gerast betri, og kanska lønandi í framtíðini er tí, at góðskan á teim einstøku tjaldingarplássunum verður hækkað.
Lappaloysnir
Tá talan er um tjalding og ferðavinnu er altíð ein spurningur um lønsemi. Ein heilt annar spurningur er hann um vernd av náttúruni.
Vantandi góðska á okkara tjaldingarplássum, og ikki minst ólóglig tjalding er samstundis við til at dálka náttúruna.
Neyðugt er tí at gera okkurt munagott, so at sleppast kann burtur úr lappaloysnum, og arbeiða fram ímóti eini miðvísari savnan av orkuni.
Uppskotið frá SamVit er tó, at ein heldur ger nøkur fá og góð tjaldingarpláss í Føroyum. Sum støðan er vorðin hesi seinastu trý árini, tykist gongdin at vera júst hin øvugta - at ein fær fleiri og smærri kampingspláss á hvørjum tanga.
Fá - men góð pláss
Fyri tey ið fáast við ferðavinnu, er eingin ivi um, at eitt alsamt vaksandi tal av ferðafólki brúka tjalding sum ferðarhátt.
Soleiðis sum umstøðurnar hava verið, skuldi tí grundarlag verið til staðar fyri at gera tjaldingarpláss runt um í Føroyum.
SamVit mælir í hesum sambandi millum annað til:
AT kommunur og einstaklingar savna orkuna og gera nøkur fá og góð tjaldingar- og kampingpláss í Føroyum
AT myndugleikar og vinna, so sum flutningsfeløg, samstarva um gerð av hesum plássum
AT atlit verða tikin til náttúru og umhvørvið, og at plássini eru so umhvørvisvinarlig sum gjørligt
Vónin hjá SamVit var tí, at tilmælini í leiðbeiningini vórðu fylgd. Í øðrum lagi var ynskið at fáa samstarv millum einstaklingar, kommunur, vinnu og feløg um gerð av tjaldingar- og kampingplássum á altjóða viðurkendum støðið.
- Verður hetta gjørt, kann væntast, at grundarlagið fyri einum munandi vøkstri hjá tí málbólkinum, sum nýtir hetta slag av gisting, verður til staðar.
- Hetta gevur so aftur grundarlag fyri, at vinna og myndugleikar kunnu samstarva um at marknaðarføra Føroyar sum eitt áhugavert tjaldingar- og kamping ferðamál.
- Í síðsta enda kundi hetta havt við sær, at Føroyar gerst sjálvt ferðamálið, og ikki bert ein stuttur steðgur á leiðini, vísir SamVit á.
Tjaldingar- og kampingpláss á hægsta stigi
Í leiðbeiningini vísir SamVit á Hvidbjerg Strand Camping, sum er eitt 5 stjørnað tjaldingar- og kampingpláss, ið eisini fevnir um útleigan av 5-stjørnaðum smáttum.
Staðið bjóðar eina røð av frítíðarvirksemi til alla familjuna – uttan mun til veður. Plássið liggur við eina sandstrond, og hetta ger sjálvandi staðið til nakað heilt serligt. Afturat baðimøguleikum á og við strondina bjóðar staðið eisini eitt innandura baðiland, sum serliga er ætlað familjum.
Staðið bjóðar millum annað:
• 5-stjørnað kamping- og tjaldingarpláss
• 5-stjørnaðar smáttur
• Matstovu
• Góð spælipláss til børnini
• Innandura tropiskt baðiland
• Tráðleyst internet
• Útleigan av súkklum og bátum
• Heitt vatn og brúsa í øllum smáttum, umframt felagsøki við somu hentleikum.
Lýsingin vísir, at hetta staðið hevur enn meira enn tað, sum krevst fyri at fáa 5 stjørnur. Staðið telist tí eisini millum 5 tey fremstu tjaldingar- og kampingplássini í norðanlondum.
Tá hugsað verður um baðiland o.l. má metast, at vit í Føroyum eiga at hugsa um verandi fasilitetir, og leggja tjaldingar- og kampingpláss nærindis hesum fasilitetum, soleiðis at hjávinningurin fyri eitt slíkt stað gerst so góður sum gjørligt.
Vøkstur
Verður nakað gjørt við kampingplássini kring landið, kann væntast, at grundarlagið fyri einum munandi vøkstri hjá tí málbólkinum, sum nýtir hetta slag av gisting (tilvildarlig mynd)
Mynd: Jens Kristian Vang










