G! fer í ár at gera meira burturúr fyri liggjandi festivalgestirnar. Eystur kommuna hevur sett pláss av til kampingvognar. G! er mest kent fyri tjaldingarøkið, men nú bjóða fyrireikararnir eisini kamparum umstöður.
- Kommunan hevur sett öki av til kamparar, og tað eru vit sera glað fyri.
Hetta er nakað vit undanfarin ár hava forsømt, men sum vit nú ætla at gera
meira við, sigur Jón Tyril, stjóri í G!
- G! er kent fyri nógvu tjaldararnar, og soleiðis skal tað eisini vera,
men vit eru glað fyri eisini at kunna bjóða teimum eitt gott tilboð,
sum ynskja sær eitt sindur størri komfort enn hvat fæst á tjaldingarøkinum,
sigur Jón Tyril, stjóri í G!
Økið til kampingvognar er á oyruni í Norðragötu, innanfyri Fiskavirkið,
beint við sandin, har ið brandstøðin var og kampingvognarnir fáa sett el og
vatn til.
- Plássið er avmarkað, og tey, sum eru fyrst at bíleggja, fáa plássini, sigur Jón Tyril at enda.