Kampingøkið er fullsett

Síðani týsmorgunin eru hópatals kampingvognar fraktaðir norður til Klaksvíkar

Umframt at vera Føroya størsta tónleikatiltak, er Summar Festivalurin helst eisini størsta kamping-tiltakið her á landi.

 

Síðani kampingøkið við útfyllingina lat upp fyrr í vikuni, eru kampingvognar í hópatali komnir á øki. Fleiri av eigarunum eru síðani farnir aftur til heimbýin ella -bygdina, men felags fyri øll er, at tey vilja tryggja sær gott pláss á økinum.

 

Nú er tó um at vera heilt fult, og so er spurningurin, hvar seinastu vognarnir skulu setast.

 

Hetta er samstundis seinasta ferðin, at verandi kampingøki verður nýtt á Summar Festivalinum. Beint sum festivalurin er av, verður farið undir arbeiðið við at gera íbúðir á økinum. Men sum skilst ætlar kommunan tó ikki, at mongu kamping-gestirnir á festivalinum skulu sleppast á fjall.