Eiðis kommuna hevur sett leiðarar fyri nýggja kampingøkið niðri á Møl á Eiði. Tað eru hjúnini Hertha og Martin Kúrberg, ið skulu leiða kampingøkið. Hesum boðar Eiðis kommuna frá í dag.
- Martin og Hertha hava arbeitt nógv við menniskjum og eru sera fyrikomandi. Tey eru búsitandi á Eiði, og kenna tískil til stóru náttúru møguleikarnar í økinum, og sum skilst er ætlanin at skipa fyri regluligum túrum út frá kampingøkinum, skrivar Eiðis kommuna um setanina.
Tað er gamli fótbóltsvøllurin, ið nú skal nýtast sum kampingøkið á Eiði. Eiðis kommuna fer at gera nakrar íløgur afturat, fyri at betra um umstøðurnar.
- Eitt nú hevur verið tosað um at gera ein minigolfbana og at seta heita pottar upp á økinum, skrivar Eiðis kommuna.