Kampinghugni í Vestmanna

Øll, sum vóru við, komu við onkrum at seta á felags stóra kalda borðið, og eitt betri borð havi eg ikki sæð.

Í vikuskiftinum hevur stórt kampingtreff verið í Vestmanna, har fleiri enn 100 húsvognar og nógv fólk hava verið savnað.

 

Skipað hevur verið fyri ymiskum tiltøkum í samband við treffið, og bæði børn og vaksin hava hugnað sær óført. Kampingfelagið hevur eisini hildið aðalfund.

 

Úr Vestmanna frættist, at skipað hevur verið fyri felagsábiti, har ein heilur hópur av fólki hevur luttikið.

 

- Øll, sum vóru við, komu við onkrum at seta á felags stóra kalda borðið, og eitt betri kalt borð havi eg ikki sæð. Her var alt - heilt av havsins botni til ovastu tindar.

 

Tað sigur ein av teimum, sum var við til kalda borðið í Vestmanna.

 

Skipað hevur eisini verið fyri felagssangi og einum "sving om" á Fiskivinnuskúlanum, meðan treffið hevur verið í Vestmanna í vikuskiftinum.