Nú noyðast festivalgestirnir ikki at standa og bíða í fleiri tímar fyri at bestu tjaldingarøkini á Roskilde Festivalin. Nógvi føroyingarnir, ið hvørt ár vitja Roskilde Festivalin, vita óivað, at tað kann gerast trupult og droytt at finna kampingpláss. Áður hevur verið frítt hjá gestum at finna pláss at seta festivaltjaldið upp, og tað kann skjótt gerast ein stórt stríð um tey bestu plássini. Hetta hevur festivalurin tikið hædd fyri í ár, tí nú ber til at bíleggja kampingpláss, áðrenn festivalurin byrjar, fyri at minka um stríðið. Hetta sigur Esben Danielsen við DR Nyheder.
Í fjør varð nevnliga rok á festivaløkinum. Longu leygarkvøldið, áðrenn festivalurin opnaði, vórðu hegn brotin niður um tjaldingarøkið.
Festivalfyrireikararnar hava nú gjørt tjaldingarøkið, ið kunnu bókast frammanundan, so festivalgestir ikki noyðast at standa og bíða uttan fyri festivaløkið í fleiri tímar undan festivalsetanina fyri at fáa góð pláss.