Kampingøkið í Vági hevur verið stongt í vetrarhálvuni, men nú 1. apríl letur Kamping Vágseiði upp aftur fyri vitjandi.
- Bíleggingin fer fram á netinum umvegis kampingsíðuna á vagur.fo. Hetta merkir, at tað ber til at bíleggja sær pláss til kampingvogn ella tjald ómakaleyst, og tá ein sjálvur hevur tíð.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at kampingplássið í Vági liggur í vakra umhvørvinum við Vatnið, har stutt er til fótbóltsvøllin, VB-húsið, Vágs Høll og vøkru náttúruna vesturi á Eiðinum.
- Ein rás er frá kampingplássinum til gøtuna, sum er runt Vatnið, og stutt er til gongu ella við bili inn í býin.
Á kampingplássinum eru allir hentleikar tøkir.
Her er el, vatn, atgongd til køk, vesi og brúsu. Her er eisini internet, møguleikar til tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskinmaskinu og turkitrumlu.
- Allir hentleikar á Kamping Vágseiði taka atlit til fólk við rørslutarni, og tað er Visit Suðuroy, sum skipar fyri á kampingplássinum, siga tey í Vágs kommunu í dag.