Eiðis kommuna ætlar næsta ár at brúka fótbóltsvøllin og ítróttarhúsið niðri á Møl til kampingøki, og søkt verður nú eftir leiðara til tað.
Talan er um at brúka gamla fótbóltsvøllin og ítróttarhúsið til kampingpláss, og søkt verður nú eftir leiðara ella fyrisitara, sum skal vera ein, ið hevur áhuga og hegni til at átaka sær at standa fyri og samskipa nýggja kampingøkið.
– Vit hava hugsað okkum, at helvtin av vøllinum kundi brúkast til vognar og hin helvtin til spæliøki, men tað er sjálvandi upp til tann, ið kemur at standa fyri økinum, sigur Annvør Jacobsen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Eiðis kommunu.
Avtalan við komandi leiðaran ella fyrisitaran verður skipað soleiðis, at viðkomandi persónur kemur at leiga økið frá kommununi. Freistin at søkja er úti um eina viku, mánadagin 17. november.
– Vit gjørdu eina roynd at brúka vøllin og øki til kamping í sambandi við Heystfagnaðin herfyri, og tá var stórur áhugi. Tey, sum vóru har tá, lótu eisini væl at og vóru nøgd við umstøðurnar, sigur Annvør Jacobsen.