Kamping í Leirvík

Á páskum verður kampingstevna í Leirvík. Arnhold Fjallstein, formaðurin í felagnum Camping.fo, sigur, at fultteknað er til stevnuna, sum verður við fótbóltsvøllin uppi á Brekkum

Kampingfelagið Camping.fo skipar á páskum fyri kampingstevnu við fótbóltsvøllin uppi á Brekkum í Leirvík, har limirnir hava atgongd til fasilitetirnar í LIF-húsinum.


Byrjað verður mikudagin 8. apríl og verður til og við annan páskadag. 30 kampingvognar eru teknaðir til, og tað er ikki pláss fyri meira á parkeringsøkinum við fótbóltsvøllin, sigur Arnhold Fjallstein. Felagið hevur umleið 80 virknir limir.