Kamping í Havn betri umstøður

Vikuskiftið 12.-14. juni hendir nógv í Havn.

Alsamt fleiri føroyingar hava keypt sær kampingvogn og ferðast í egnum landi við honum. Hetta sæst eisini aftur á kampingplássinum Yviri Við Strond í Havn. Nógvar bíleggingar eru komnar til summarið, bæði frá føroyingum og útlendingum. 

Síðani umstøðurnar á kampingøkinum Yviri Við Strond gjørdust væl betri í 2013, tá eisini nýggja húsið bleiv tikið í nýtslu, er tað vorðið sera væl umtókt at kampera í Havn, og arbeitt verður altíð við at bøta enn meira um umstøðurnar hjá gestunum. 




Í løtuni verður arbeitt við at gera eitt grilløki og eitt spæliøki til børn.   



Kamping á Mentanarnáttini 
Vikuskiftið 12.-14. juni hendir nógv í Havn. Mentanarnáttin er 12. juni, og 13. juni spæla Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, og eisini er Tórshavn Marathon. Enn eru nøkur pláss eftir á kampingplássinum.