Eystanstevna
Á eystanstevnu verður ikki bara høvi at vitja Runavíkina í vanligum persónbili, motorsúklu og báti. Tá verður eisini høvi at koma og gista í kampingvogni ella kampingbili.
Fyrireikararnir av stevnuni siga, at kampingbilar og -vognar sleppa inn á økið á bryggjuni fríggjakvøldið klokkan 18.
Alt parkeringsøkið, sum liggur niðanfyri Eik Banka og við síðuna av tjaldinum, verður á eystanstevnu sett av til kamping, og fyrireikararnir bjóða øllum kampistum at brúka økið til hetta endamál.
Parkeringsøkið er ikki óavmarkað í stødd, og tí er tað eitt gott hugskot hjá teimum, sum ætla sær til Runavíkar, at koma í góðari tíð.
Umframt at Syngið við verður á bryggjun leygarkvøldið, verður eisini breyðsøla, hugni og tónleikur, sum byrjar fríggjakvøldið klokkan 20.30 og leygardagin klokkan 17.
- Vit vóna, at tiltøkini á bryggjuni fara at eydnast líka væl, sum tey eydnaðust í fjør, siga Bátafelagið á Bakka og stevnunevndin.