Leygarkvøldið var næstseinasta umfarið av Ársins Songrødd 2003. Vinnarin hesaferð var Kamilla Ravnsfjall, og nr.2 bleiv Rúna á Rógvi Simonsen. Tær báðar verða millum finalistarnar ið verða at hoyra tann 24. mai í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Seinasta umfarið verður leygarkvøldið 17. mai í Klaksvík, og tað verður í KÍ høllini.
Eisini har er fulteknað.