Kamelurin hevur lagt seg

Tá pedagogar og dagrøktarar í Suðuroynni í dag gjørdu vart við seg á gøtunum í Vági, vóru tað tveir kendir undirhaldarar, ið við álvarsorðum gjørdu støðuna upp. Johan Dalsgaard, fyrr Johan í Kollafirði, nú Famará, og Niclas Heri Jákupsson høvdu orðið, tá fjøldin á middegi savnaðist niðanfyri Kommunuskrivstovuna í Vági, og sangur og røður ljómaðu í túninum hinumegin vegin, nevniliga í túninum hjá Frelsunarherinum í Vági.

Pedogogar í verkfalli, og dagrøktarar, sum í løtuni eru í 24 tíma verkfalli, skipaðu fyri tiltaki í Vági í dag. Sangir og røður vóru á skránni.

Millum røðararnar var Johan Dalsgaard, pedagogur, og hann greiddi á sín eyðkenda hátt frá søguni um kamelin, sum er óført arbeiðsdjór, og vanliga ikki leggur í, um byrðarnar eru tungar. Men gerast tær ov tungar, so leggur hann seg niður, og tá er tað ikki sum at siga tað at fáa hann upp aftur, staðfesti Johan, sum eisni staðfesti, at hann ynskir fyrireikingartíð. Hann endaði við orðunum; Kamelurin hevur lagt seg!

Niclas Heri Jákupsson, og familjan, hava búð í Vagi í eina tíð nú. Hann helt, sum foreldraumboð, røðu.

Niclas Heri Jákupsson greiddi frá, at tað var ein góð avgerð, tá familjan gjørdi av at flyta til Vágs, tí hetta hevur verið ein góð tíð, og dótturin gongur í frítíðarskúlanum á Bøgøtu í Vági. Fegni pápin geiddi frá, at dótturin gleddi seg hvønn dag at sleppa í frítíðarskúla, og at starvsfólkini har, øll nevnd við navni, sanniliga gjørdu dagin spennandi og livandi og læruríkan.

Men, spurdi, Niclas Heri Jákupsson, hvussu kunnu vit vænta at vit kunnu halda fram at oysa vatn úr eini kannu og í gløs, um ikki onkutíð vatn verður fylt í kannuna aftur? Listamaðurin má hava tíð at blanda sínar litir, um hann skal mála góð listaverk.

Niclas Heri segði seg hava lært hesa tíðina í Vági, at einum nýtist ikki at hava gullpenn fyri at skriva góðar yrkingar. Og hann staðfesti m.a., at pedagogarnir skrivaðu góðar yrkingar og málaðu góðar málningar, tá teir eru um børnini, og sjálvandi skal hetta virðast og sjálvandi má tíð til arbeiðið.

Hóast kalt í veðrinum, so tóktust orðini at fløva verkfallsfólkið, ið fegnaðist stórliga yvir røðuna hjá Niclas Hera Jákupsson.

Síðani var sangur á skránni, meðan litrík pappírshjørtu í hópatali royndu at standa ímóti vindinum á vøllinum hinumegin vegin – framanfyri kommunuskrivstovuna, og enn eitt mótmælistiltak hjá pedagogum í verkfalli fekk ein enda.