Kamel-virusið staðfest í Bretlandi

Í Bretlandi hava heilsumyndugleikarnir staðfest enn ein tilburð av tí lívshættisliga Mens-virusinum. Tað sama er í USA.

Hesaferð bleiv virusið funnið í einum manni, sum var komin úr Jeddah í Saudiarabia við einum flogfari, sum millumlendi í Heathrow á veg til USA.

 

Mens-virusið, sum eisini verður rópt kamelvirus, kann elva til eina lungnasjúku, sum vit ikki kunnu viðgera enn. Virusið hevur sín uppruna millum kamelar í Miðeystri.

 

Hetta er aðru ferð, at heilsumyndugleikarnir í Bretlandi hava staðfest sjúkuna hjá ferðafólki á veg til USA.

 

Higartil hevur tað eydnast í stóran mun at avbyrgja virusið í Miðeystri, har tað hevur kravt 142 mannalív tey bæði seinastu árini. 

 

Fyri fjúrtan døgum síðani bleiv tann fyrsti tilburðurin funnin í USA. Tað var eitt hjálparstarvsfólk, sum hevði verið í Saudiarabia, og í gjár kunngjørdu amerikonsku heilsumyndugleikarnir, at teir høvdu staðfest ein tilburð afturat, hesaferð í Florida.