Kambur og Klakkur stavn um stavn

Sambært veiðifráboðan, ið frystilínuskipini, sum hava fiskað á Flemish Kap, hava latið inn, hevur Kambur fiskað flestu tonsini.

 

Sambært veiðifráboðanini, ið frystilínuskipini, sum hava fiskað á Flemish Kap, hava latið inn, hevur Kambur fiskað flestu tonsini. Beint í hølunum á Kambi, kemur Klakkur og síðan Stapin.

 

Munurin á veiðini hjá hesum trimum skipunum er rættiliga lítil, bert nøkur heilt fá tons.

 

Í hølunum á trimum teimum fremstu, koma Eivind og síðan Ågot, og teirra millum er lítil og eingin munur, eisini bert nøkur heilt fá tons.

 

Sambært veiðifráboðanini, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið frá teimum fimm frystilínuskipunum, eru tonsatølini hesi: Kambur (568,6), Klakkur (566,3), Stapin (541,2), Eivind (436,6) og Ågot (423,1).

 

Nú frystilínuskipini eru á veg heim av Flemish Kap, stytta menn sær ivaleyst stundir við spølum og øðrum, umframt at teir royna at fáa tað til høldar, sum teir ætla sær heim við av røstum fiski og kjálkum.

 

Á viðheftu mynd eru tað menn umborð á Ågot, sum hava greipað sær tað, teir ætla at hava til húsbrúks. Lagið er gott og á myndum, teir hava lagt út henda dagin, er veðrið eisini gott.