Leygardagin kom nýggi Kambur til Føroya, og nú verður farið undir at gera bátin kláran til fiskiskap.
Mortan Mortensen, skipari á Kambi, væntar, at báturin verður klárur til fiskiskap um tvær vikur.
Nýggi Kambur er 45,6 metrar langur og 1,9 metrar breiður, og tað er gott níggju metrar longri og tveir metrar breidri enn gamli báturin.
Tað serliga við nýggja Kambi er kortini tað, at báturin hevur dragibrunn, soleiðis at línan verður drigin upp gjøgnum eitt hol í botninum, soleiðis at manningin stendur í turrum og arbeiðir.
– Tað er øgiliga gott. Tað halda vit, í øllum førum, sigur Mortan Mortensen.
Mortan Mortensen væntar, at tað verður frægari hjá manningini at fara til fiskiskap við nýggja bátinum.
– Hann er størri, hann hevur størri last og í heila tikið er liviligari umborð, sigur Mortan Mortensen.
Kambur er bygdur í 1998 í Norra og æt Østerfjord, áðrenn hann kom til Føroya.










