Kambur fullfermdur á Havnina

Í gjár kom línuskipið, Kambur, á Havnina av øðrum túrinum á Flemmish Cap við 270.000 pundum av toski

Tað er rokfiskiskapur á Flemish Cap.
Kambur kom á Havnina í gjár eftir øðrum túrinum, lastaður undir lúkurnar.
Vit hava fiskað seks dagar hendan túrin, og tað er ein dagur meira enn fyrsta túr, tá vit fiskaðu í fimm dagar, sigur skiparin, Mortan Mortensen.
Teir hava brúkt níggju dagar yvir á Flemish Cap, men bert eina viku at sigla heim.
Vit royna at spara eitt sindur av olju á veg yvir, men mugu sjálvandi royna at koma so skjótt heim við fiskinum, sum tilber, sigur Mortan Mortensen.
Hann sigur seg ikki hava uppliva slíkt fiskarí áður.
Eg havi fingist við línu í 30 ár, men hettar er fyrstu ferð, eg havi verið í slíkum fiskaríi. Tað var á hvørjum jarni so at siga, samanleypandi, sigur Mortan Mortensen.
Kambur var fyrsta línuskipið, ið fór á Flemish Cap at royna, men síðani eru fleiri onnur línuskip farin vestur um hav at royna.
Tað vísir seg at rigga fínt at ísa fiskin, tí fiskitíðin er so stutt. Tað ganga ikki fjúrtan dagar, frá tí at tú byrjar at fiska, til tú er heima aftur, sigur Mortan Mortensen.
Trolarar hava eisini verið á Flemish Cap, men tað hevur ikki víst seg at rigga hjá teimum.
Skriftin vísir, at fiskurin stendur so langt uppi í sjónum, og kemur slett ikki niður á botn. Tí ber ikki til hjá trolarunum. Eg hugsi, at fiskurin tekur meðan línan er á veg niður á botn, og tað er lukturin av agninum, sum lokkar fiskin niður við sær, sigur Mortan Mortensen.
Hann dugir ikki at siga, hvussu long vertíðin kann fara at gerast.
Vit ætla okkum í hvussu er at fara avstað aftur beinanvegin til enn ein túr. So mugu vit síggja, hvat so verður eftir tað, sigur Mortan Mortensen, skipari á línuskipinum, Kambi.
Eins og fyrsta túrin landar Kambur veiðina, 270.000 pund, sum samstundis er tað mesta, skipið hevur havt inni, í Havn.

Kambur kom í gjár á Havnina við 270.000 pundum, tað mesta, skipið hevur havt inni
Mynd: Álvur Haraldsen