Millum 50 og 70 sangarar eru virknir í næmingakórinum á Kambsdali. Hvønn týsdag í døgurðatímanum hittast tey til venjingar í tónleikastovuni. Úrvalið av sangum er fjølbroytt, og venjingin verður leidd av dugnaligu og eldhugaðu tónleikalærarunum Randi Hansen og Eyðun á Lakjuni.
“Tá vit framførdu á jólum, vóru vit umleið 70 sangarar. Í januar hava higartil verið millum 40 og 50 sangarar til venjingarnar, og enn er opið fyri nýggjum sangarum til várhálvuna.”
Hetta skrivar kambsdalur.fo.
Kórið hevur virkað í nøkur ár, men hevur ongantíð havt so góða undirtøku sum nú. Føstu framførslurnar hjá kórinum eru til kvøldseturnar á skúlanum, jólatiltøk, og onkur ár hevur kórið eisini luttikið á árliga kórfestivalinum hjá Kórsambandi Føroya.
-Hetta er avgjørt við til at styrkja samanhaldið og trivnaðin á skúlanum
“Tað er sera gleðiligt, at kórið hevur so góða undirtøku. Eitt stórt pluss fyri skúlan er, at næmingar úr øllum árgangum og breytum koma saman um sang og framførslu. Eisini starvsfólk eru vælkomin. Hetta er avgjørt við til at styrkja samanhaldið og trivnaðin á skúlanum,” sigur Randi, sum umframt at vera tónleikalærari er lestrarvegleiðari.
“Vit royna at hava eina fjølbroytta sangskrá. Í heyst sungu vit bæði Spice Girls og Martin Joensen og í vár er t.d. Stitches hjá Shawn Mendes og Føroyar, mín móður eftir Pól F. og Knút Olsen, á skránni. Tað er umráðandi, at næmingarnir sleppa at royna seg í ymiskum sjangrum og málum,” sigur Randi.
Kórið venur í døgurðatímanum týsdagar, men tá framførslurnar nærkast eru eykavenjingar á skránni. Í vár fer kórið at syngja til kvøldsetuna í mars, og ætlanin er eisini at luttaka á Kórfestivalinum í mai. Eisini er ætlanin at kórið fer at hava eina várkonsert, skrivar kambsdalur.fo, og har eru seisini fleiri myndir at síggja.