Í dag lat framsýning við verkum eftir Heðin Kambsdal upp í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Heðin hevur stívliga 20 málningar við á framsýningini, har myndaevnini eru tikin úr hansara heimliga umhvørvi, men eisini aðrastaðni – eitt nú úr Klaksvík og av sjónum.
Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, helt røðu á ferniseringini, og tónleikarar úr Hjarnum, Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen, spældu nakrar sangir.
Framsýningin hongur uppi í Gamla Seglhúsi fram til 5. desember.
##med2##











