Kambsdal í Leikalund

Fríggjadagin, 8. oktober letur listaframsýning við fuglfirðinginum Heðini Kambsdal upp

Klaksvík:
Heðin Kambsdal er føddur í 1951 og hevur í mong ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á nógvum varmakelduframsýningum, ólavsøkuframsýningum, várframsýningum, Lionsframsýningum og eisini í Smiðjuni í Lítluvík. Harafturat hevur hann sýnt fram sínar myndir uttanlanda, millum annað í Lemvig, Herning, Ålborg, Hjørring og Frederikshavn
Við á framsýningini í Leikalund hevur Heðin 15 nýggjar oljumálningar.
Framsýningin letur sum nevnt upp fríggjadagin 8. oktober klokkan 16.00 og eru øll hjartaliga vælkomin at hyggja framvið, síggja framsýningina, fáa ein kaffimunn og heilsa uppá listarmennirnar. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til hósdag frá 10 til 17:30, fríggjadag frá 10 til 19:00 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi allan oktober mánaða.
Framsýningin, íð tekur við aftaná framsýningina hjá Heðini, verður við Astrid Luihn.