Kamban og Hátún heiðraðir

Nakað av fólki var møtt í Kringluni í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tá ið landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, á almennum hátíðarhaldi handaði Hanusi Kamban, rithøvundi og Ólavi Hátún, kórleiðara, heiðursbræv fyri ávikavist Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins

Heiðurslønin

Líkindini hjá fólki, sum høvdu áhuga fyri tiltakinum, vóru vánalig við kavaroki og hálku. Haraftrat rann okkurt annað tiltak í Havn, sum eisini hevði stóran áhuga, saman við tiltakinum í Norðurlandahúsinum.
Báðir virðislønarvinnararnir, Hanus Kamban og Ólavur Hátún, vóru hjástaddir við hátíðarløtuna, sum Havnarkórið, Jóannes Andreasen og onnur settu sín serstaka dám á.
Sjálvar peningagávurnar, sum knýttar eru at hesum virðislønum, eru latnar fyrr í summar, og í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið fingu vinnararnir heiðurbræv og blómur.
Tað var Jóan Petur Hentze, ið starvast á Mentamálaráðnum, sum beyð vælkomin. Síðan sang Havnarkórið, "Ljós yvir landið", hjá Hans Andrias Djurhuus.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, las fyrst upp grundgevingarnar fyri at lata Ólavi Hátún Heiðursgávu Landsins. Tá ið Ólavur hevði fingið heiðursbræv og blómur, helt hann eina sína takkarrøðu.
Havnarkórið sang nú sangin, "Holli eingil", sum Steen Steensen Blicher hevur skrivað, og Hanus Kamban hevur týtt til føroyskt. Hetta er helst fyrstu ferð, at sangurin er framførdur alment, men hann hevur áður verið sungin til eitt nú jarðarferðir.
Síðan las mentamálaráðharrin upp grundgevingarnar fyri at lata Mentanarvirðisløn Landsins til Hanus Kamban, og tá ið rithøvundurin hevði fingið heiðursbræv og blómur, fór hann á pallin og helt sína takkarrøðu, sum vit prenta í blaðnum í dag.
At enda sang Havnarkórið kantatuna, "Fedranna tala", eftir Heðini Brú.
Heiðursgáva Landsins er upp á 75.000 krónur og Mentanarvirðisløn Landsins, sum er hin størsta av sínum slagi í Føroyum, er uppá 150.000 krónur.