Kamartónleikur í Listaskálanum

Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri konsert í Listaskálanum í morgin kl. 20 Konsertskráin bjóðar eina røð av fjølbroyttum verkum innan kamartónleik. Strúkiorkestrið fer at spæla verk eftir Händel og Mendelssohn, umframt at ein trio fer at framføra verk eftir bretska tónaskaldinum Charles Wesley og tjekkiska tónaskaldinum Bohuslav Martinu. Verkini ?The unanswered question? eftir amerikanska tónaskaldinum Charles Ives og fyrsti parturin av víðagitnu strúkikvintettini eftir Franz Schubert verða eisini framførd. Ljóðførini, ið verða at hoyra á konsertini eru strúkarar, tvørfloytur, klaver og trompet.

Flestu av tónleikarunum, ið framføra á konsertini eru næmingar á MGK skeiðnum, sum Musikkskúlaskipanini setti í verk fyri knapt tveimum árum síðani. MGK er eitt fyrireikingarskeið á miðnámsstøði fyri næmingar, ið ynskja at nema sær hægri tónleikaútbúgving. Eftir loki skeið í summar fara 3 føroyskir næmingar at leita sær uttanlands á lærdar tónleikaháskúlar.

Tað er Bernharður Wilkinson, ið hevur vant næmingarnar og lagt teimum lag á til hesa konsertina. Konsertin er ókeypis og ein frálíkur møguleiki at hoyra hesu ungu evnaríku tónleikanæmingarnar.