Kamartónleikur í Havnar Kirkju

Konsertfelagið og Havna Kirkja bjóða til matiné í Havn Kirkju leygardagin við klassiskum kamartónleiki

Leygardagin verður jólamatiné í Havnar Kirkju. Tað er Konsertfelagið, ið skipar fyri.
Felagið sigur, at hóast nógvar konsertir eru, nú tað stundar til jóla, so bilar við klassiskum kamartónleiki, ið passar til kirkjukonsert, og hetta vil Konsertfelagið gera nakað við.
Tí tað er júst konsert við kamartónleiki, sum felagið skipar fyri, saman við Havnar Kirkju, leygardagin kl 11:30. Talan er um eina jólamatiné við fyrrapartstónleiki. Tórshavnar Manskór fer eisini at syngja.
Tey, sum spæla og syngja eru:
Monica Stauss Joensen, violin og Jólavur Jakobsen, gittar
Berghild Poulsen, sang og Árni Hansen, klaver
Oddvør Johansen, orgul
Jón Festurstein, violin og Christian Andreassen, gittar
Tórshavnar Manskór, stjórnað av Bjarna Restorff
Skráin fevnir um tónleik og sang, sum passar til jólahalguna. Eisini verður meira verðsligur tónleikur at hoyra.