Týskvøldið klokkan 20 hevur Tórshavnar Kamarkór jólakonsert í Müllers Pakkhúsi undir leiðslu av Bernhard Wilkinson. Skráin er spennandi og nýggj. Kórið syngur føroyskar, enskar og íslendskar jólasangir. Á skránni eru fleiri jólaløg, sum ikki eru sungin fyrr í Føroyum. Millum løgini eru gomul traditionell og nýgg modernað løg.
Umframt eina serliga jólauppliving, serverar kórið fløtt jólagløgg.










