Kamarkórið í Kommunuskúlaskálanum

Konsert

Í annaðkvøld, hóskvøldið, kl 19:30 verður konsert við Tórshavnar Kamarkóri í Skálanum í Kommunuskúlanum í Havn.
1. desember hevði kamarkórið konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og varð framførslan har sera væl eydnað.
Kórið syngur føroyskar og bretskar jólasangir. Harumframt syngur kórið løg, sum m. a. eru smíðað á italskum og týskum máli.
Kórleiðari er ungi nólsoyingurin, Leif Hansen, sum esiini hevur verið at sæð sum kórleiðari í Nólsoy og á Flatlondum.
Tórshavnar Kamarkór verður eisini at hoyra í miðbýnum í Havn 20. og 21. desember.