Tórshavnar Kamarkór luttók um vikuskiftið í kapping í Írlandi, har kórið royndi seg móti kórum úr øllum heiminum.
28 kór høvdu søkt um luttøku í kappingini, men einans 11 vórðu útvald til sjálva kappingina, har Tórshavnar Kamarkór var eitt teirra.
- Tá av tornaði gjørdust vit nummar 8 av 11 kórum so tað var als ikki so galið. Vinnarin gjørdist eitt fantastiska gott svenskt kór meðan eitt turkiskt kór gjørdist nummar 2 og amerikumenn fóru við triðja plássinum. Tó var als ikki langt millum kórini yvirhøvur, og dómararnir vóru á einum máli um at støðið var høgt, skrivar kórið á síni facebooksíðu.










