»Kamarið skal venda ímóti Mekka«

Johanna Rasmussen, sum er booking manager á Hotel Føroyum, skal stundum uppfylla serlig ynski frá útlendskum gestum, sum koma á hotellið.

Fyri kortum var ein prinsessa úr Dubai á vitjan í Føroyum, og hon ynskti at gista á Hotel Føroyum. Men áðrenn hon kom á hotellið, ynskti hon trygd fyri, at kamarið hjá henni og hennara fylgi vendi ímóti Mekka.

- Tað er kanska mest sermerkti ynskið, sum eg havi fingið, sigur Johanna Rasmussen.

Í samrøðuni, sum Rás2 gjørdi við Johannu Rasmussen á 80 ára føðingardagshaldinum hjá Hotel Føroyum í dag, ber til at hoyra meira um, hvussu tað gekk, tá ið Johanna fór at kanna, um prinsessan og hennara fylgi kundu fáa kømur, sum vendu ímóti Mekka.