Varaforsetin í USA, Kamala Harris, viðurkennir, at tað fer at krevja nógv arbeiði, um hon skal vinna á forsetavalevninum hjá republikanarunum, Donald Trump, á forsetavalinum 5. november.
Hon verður væntandi vald sum forsetavalevnið hjá demokratunum, sum fer upp ímóti Trump.
Harris heldur tó, at valstríðið hjá henni fer at vinna á "villu lygnunum" hjá Trump.
Tað segði hon í røðu á innsavning í Massachusetts leygardagin.
- Vit eru "the underdogs" í hesum bardaganum, men hetta er eitt átak, sum er drivið av fólki, segði hon við áhoyrararnar á tiltakinum, sum væntandi fer at geva 1,4 milliónir dollarar - 9,6 milliónir krónur - inn til valstríðið hjá henni.
- Donald Trump hevur leitað sær nakrar villar lygnir um meg. Og nakað av tí, hann og hansara varaforsetavalevni siga, ja tað er bara opinlýst undarligt, sigur Harris.
Yvirhøvur hevur valstríðsliðið hjá Harris tikið orðið "undarligt" til sín at lýsa Trump og hansara ofta ágangandi retorik.
Seinastu dagarnar hevur Donald Trump millum annað sagt, at Kamala Harris fer at legalisera dráp av nýføddum børnum - ein løgin ákæra, sum skal vera vaksin burtur úr lýsta stuðlinum hjá Harris til lógarverju av fosturtøkurættinum í USA.
Hon hevur sagt, at hetta er ein raðfesting í hennara valstríði.
Í hansara tíð sum forseti frá 2017 til 2021 setti Donald Trump tríggjar hægstarættardómarar, sum vóru avgerandi fyri at amerikanski hægstirættur í 2022 avtók samveldissrættin til fosturtøku.
Í røðuni heitti Kamala Harris eisini á Trump um at møta upp í einum kjaki ímóti henni.
Tað sigur hon, eftir at valstríðsliðið hjá Trump fyrr í vikuni segði, at hann ikki fer at halda 10. september ruddaðan og frían til kjak.
Tað var 10. september, at Trump átti at luttikið í einum kjaki ímóti Joe Biden, forseta, áðrenn Biden tók seg aftur sum valevni til valið.
- Eg vóni, at hann fer at umhugsa sína avgerð av nýggjum, tí vit hava nógv at tosa um, sigur Harris.
/ritzau/











