Kamal ikki afturkomin

Á Toftum tykjast tey í løtuni standa spyrjandi, tá spurt verður um, hvar gamiski áleyparin hjá felagnum er.
Mustapha Kamal Ndaw hevur annars spælt tveir dystir fyri B68, og móti KÍ seinasta var hann við tveimum málum stóri maðurin í 3-1 sigrinum.
Í farnu vikuni vóru boðini tó, at hann skuldi til Gambia at spæla landsdyst móti Sierra Leone, og ætlandi skuldi hann verið aftur í Føroyum leygardagin, men har kom so eingin maður.
Niklas Davidsen, formaður í B68, sigur, at sum tey hava skilt tað, so er talan um sjúku í familjuni hjá Kamal, og at hetta er orsøkin til, at hann ikki kom aftur leygardagin.
Sami spælari var annars partur av liðnum hjá B71 fyri nøkrum árum síðani, men ta ferðina hvarv hann brádliga, uttan at nakar visti hví.