Gambiski álopsspælarin Mustafa Kamal N’Dew hevur tvær ferðir roynt seg í føroyskum fótbólti, men báðu ferðirnar er hann rýmdur av landinum aftur eftir fáar dystir. Kamal hevur spælt fyri B71 og B68. Nú spælir Kamal í grikskum fótbólti, veit heimasíðan hjá B68 at siga. Kamal spælir fyri botnliðið Veria FC, og í fyrsta dysti sínum skoraði Kamal málið, sum tryggjaði liðnum ein sigur á Larisa. Síðani hevur Kamal spælt fýra dystir, liðið hevur tapt allar og hevur einki mál skorað.