Kamal er nú í Grikkalandi

Á leikaralistanum, sum vóru skrásettir í botndystinum í bestu grisku deildini um vikuskiftið millum Veria FC og Apollon Kalamaria, var eitt ikki heilt ókent navn í føroyskum fótbóltshøpi. Kamal Mustapha Ndaw.

Tað var júst hesin gambiski framherjin, sum í kappingarárinum 2006 tryggjaði B68 fyrsta sigurin í Klaksvík í samfull 16 ár. Við tveimum málum í 3-1 sigrinum skeyt hann seg beinleiðis í mongu fótbóltshjørtuni á Toftum. Men gleðin var stokkut. Vikuna eftir boðaði hann leiðsluni í felagnum frá, at hann skuldi spæla landsdyst fyri Gambia. Síðan sá eingin aftur til hann. Sama søgan var, tá hann ár framman undan umboðaði B71.

Nú vísir tað seg, at Kamal Mustapha Ndaw spælur við Veria FC, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini í Grikkalandi. Hann hevur skotið eitt mál í hesum kappingarárinum, sum er tvey færri enn toppskjúttin hjá liðnum. Farna kappingarár leikti hann við AEK Larnaca av Kypros.

Sambært leikaralistanum hjá FSF er leikaraloyvið hjá gambiska framherjanum framvegis á Toftum, og hann hevur tískil ikki loyvið at umboða annað felag.