Kamal er funnin

Mustapha Kamal Ndaw, sum í tveimum umførum er rýmdur frá føroyskum feløgum í úrtíð, er nú funnin. Í 2003 spældi Kamal í B71, men hann rýmdi í summarsteðginum, og søgan var tann sama á Toftum í ár, har Kamal bara hvarv mitt í tí heila. Nú hevur heimasíðan hjá B71 funnið mannin. Hann spælir fótbólt á Kypros, og tað ger hann fyri felagið AEK Larnaca, sum liggur á fimta plássið í kappingini. Á heimasíðu felagsins www.aekition.com ber til at síggja nøkur stutt videobrot úr dystum teirra.