Kalvaaling nærkast laksinum

Um fá ár hevur kalvaalingin fingið laksin aftur, meta norskir aliserfrøðingar. Norðmenn byggja nú upp eina kalvaalivinnu við hjálp frá Íslandi

Í ár megna norðmenn at framleiða 650.000 kalvayngul, og roknað verður við framleiðslan fer uppumm eina millión yngul komandi ár.

Yngulframleiðslan hevur allatíðina verið størsti trupulleikin hjá norðmonnum, og higartil hevur framleiðslan verið so lá, at tað ikki hevur loyst seg at framleiða við vinningini fyri eyga. Um fýra ár rokna norskir serfrøðingar við, at framleiðslan er farin uppum tíggju tons.


Við íslendskari hjálp

Tað norðmenn higartil ikki hava lært, hevur ein fyritøka í Akureyri megnað. Felagið Fiskeldi Eyðafjarðar framleiddi í 1998 250.000 kalvayngul, og í ár rokna tey við at fara uppum 500.000 yngul. Nú hevur hetta íslendska felagið avgjørt at geva norðmonnum eina hjálpandi hond. Íslendingarnir hava keypt seg inn í fyritøkuna Risørfisk og hava tryggjað sær atgongd til norsku firðirnar. Afturfyri skal manningin í Risørfisk læra, hvussu kalvaalingin fer fram í Íslandi.

Prísurin pr. yngul er 70 krónur, meðan meðalprísurin pr. kilo av kalva eisini er 70 krónur. Prísurin pr. yngul er á veg niður, og um ikki langa tíð rokna norðmenn við, at alararnir kunnu sita eftir við einum yvirskoti.


Livandi fóður

Størsti trupulleikin hjá norðmonnum hevur verið og er, at kalvayngulið bert vil eta livandi fóður. Hetta merkir so, at alararnir eisini noyðast at ala upp fóður. Í løtuni verða nógvir pengar brúktir til at finna fram til ikki-livandi fóður, sum kalvaynguli vil eta.