Køld luft við ælaveðri kemur komandi dagar yvir Føroyar frá norðri. Mikudagin fer ein hátrýstsryggur framvið Føroyum sunnanfyri og vindurin snarar vestureftir. Brúgvaløg við regni og vindi koma móti Føroyum av vestri, ið hevur regn og vind við sær. Leygardagin fer ein hátrýstryggur framvið Føroyum úr vestri.
Veðrið í dag, mánadagin. Lítið lot av ymsum ættum, 2-7 m/s. Seinnapart veksur vindurin upp í andøvsgul upp í ein strúk, 7-12 m/s. Skiftandi skýloft meg ælum, við møguleika fyri vátakava, kava og heglingi.
Hitin fer at liggja millum eitt og fimm stig.











